Ein ógvuslig spreinging í enska býnum Oldham hevur kravt eitt mannalív. Talan var um eina spreinging í gassveitingini í einum húsum, og sambært løgregluni vórðu húsini javnað við jørðina. Harafturat fingu fleiri hús í grannalagnum stóran skaða, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at fólk kunnu liggja undir teimum rapaðu húsaveggjunum. Løgreglan hevur hundar við sær í leitingini.
Løgreglan í Oldam sigur, at eitt lítið barn hevur latið lív av spreingingini, og at fleiri fólk hava fingið skaða.
Ein bjargingarmaður sigur við BBC, at økið líkist mest einum krígsøki.