Ógvuslig spreinging í Iran

Ein sera hørð spreinging á einari herstøð einar 20 kilometrar vestan fyri iranska høvuðsstaðin Teheran fyrrapartin hevur sambært iranskum fjølmiðlum kravt fleiri mannalív.

Tað er ikki greitt, um tað var ein lóðurgoymsla ella tangar við brennievni, sum fóru í luftina. Fjølmiðlarnir siga, at skjálvtin frá spreingingini merktist minst 45 kilometrar burturi. Har vesturi í Teheran vórðu rútar trýstir inn, og bresturin hoyrdist væl í miðbýnum, verður sagt.

Iranska kollveltingarhirðin sigur við tíðindastovuna Farc, at spreingingin var á einari goymslu á herstøðini Bidganeh, og at fleiri fólk hava latið lív.