Ógvuslig oljudálking í Kina

Ein leki á einari oljuleið í Bohai-víkini í Kina hevur dálkað eitt havøki, sum er meiri enn 4.200 ferkilometrar stórt. Lekin er í einari leið, sum amerikanska felagið ConocoPhillips og tað kinesiska oljufelagið CNOOC arbeiða á. Myndugleikarnir í Kina siga, at ConocoPhillips hevur skyldina av dálkingini, og teir krevja nú endurgjald frá amerikanska felagnum.

CNOOC sigur, at feløgini hava tamarhald á lekanum, og ConocoPhillips sigur, at lekin er tettur. Men tað avsanna havnarmyndugleikarnir í Kina Teir siga, at olja rennur framvegis út í havið, og teir krevja, at ConocoPhillips skal steðga sínari framleiðslu í økinum, til lekin er fullkomiliga tettur.

Tíðindastovurnar skriva, at lekin bleiv staðfestur fyri fleiri vikum síðani, men at myndugleikarnir hava dult hann líka til nú.