Ógvuslig melduródn til Suðurkorea

Tann ringasta melduródnin í Kyrrahavinum higartil í ár hevur sett beina kós ímóti Suðurkorea og kemur ætlandi inn yvir land í nátt okkara tíð.

Melduródnin, sum hevur fingið navnið "Sanba", fór í nátt tvørtur um japonsku oynna Okinawa, og tá var meðalvindferðin í miðjuni á ódnini 75 metrar um sekundið. Nú er ódnin á veg norðureftir ímóti suðurkoreanska havnarbýnum Busan, har tríggjar milliónir fólk búgva.

Veðurmenninir siga, at "Sanba" hevur ógvuliga nógv regn við sær inn yvir land og fer uttan iva at elva til vatnflóð. Harumframt ávara teir um, at brimið kann gera skaða fram við strondini.

Ódnin fer at missa nakað av megini, tá hon kemur inn yvir land, áðrenn hon heldur leiðina fram út í Japanska Havið og haðani inn yvir landnyrðingapartin av Norðurkorea.