Dagny Joensen
Galdandi lóg um fosturtøku í Føroyum er frá 1956, við broytingum í 1976 og 1988. Hetta er tann gamla danska lógin, sum fór úr gildi í Danmark í 1973, tá danir innførdu fría fosturtøku.
Tað verða sett strong krøv til læknarnir, sum taka støðu til um kvinna skal fáa fosturtøku í Føroyum.
Hóast nógv hevur verið sagt og skrivað um evnið seinastu árini, fyri ella ímóti fosturtøku, so hevur tað ongantíð verið politiskt á skránni, hvørt vit skulu innføra fría fosturtøka, ella broyta lógina frá 1956, so hon verður meira tíðarhóskand, tó at onkur flokkur vil herða lógina.
Tá læknar herfyri vóru í rættinum og greiddu frá ein slíkum máli, tóktist tað sum lítið varð tosað um málið, áðrenn fosturtøka varð játtað.
Fleiri læknar vóru áður um málið
Áður vóru fleiri læknar um at taka avgerð í slíkum málum. Eitt nú varð vanliga psykiatriska deild biðin um at gera psykiatriska meting av støðuni, og geva tilmæli.
Lógin er ikki broytt, hóast reglan um at biða psykiatrisku deild kanna kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, ikki verður nýtt longur.
Heri Berg, yvirlækni á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, veit ikki, hví mannagongdin er broytt.
Broytingin kom fyri nøkrum árum síðan, og í dag kemur tað næstan ikki fyri, at vit fáa slíkar áheitanir, sigur Heri Berg.
Kommunulæknarnir brúktu okkara meting sum trygging, um teir í málsviðgerðini høvdu gloymt, at kanna okkurt.
Undanførsla
Hvørt kommuulæknarnir í dag hava betur førleika at meta um hetta, av tí at teir hava betri útbúgving, ella um tað áður bert var ein undanførsla hjá teimum, fyri at sleppa frá at taka støðu, veit eg ikki, sigur Heri Berg, sum av egoistiskum grundum ikki er ófegin um at sleppa frá at taka støðu.
Heri Berg hevur kannað tøl fyri, hvussu nógvar áheitarnir psykiatriska deild fekk , sum hann hevur havt umhendi frá kommunulæknum áður, í mun til seinastu árini.
Tølini eru frá áttatiárunum, og eru fyri eitt fýra ára skeið.
Tá metti eg, at orsøk var ikki fyri at játta 17 pst. av umsøkjararunum fosturøku, sigur Heri Berg.
Onkur helt meg vera í so putlutur, og tað er kanska orsøkin til, at vit ikki verða biðin um at geva tilmæli longur, sigur Heri Berg, sum heldur ikki veit, um hansara tilmæli í síni tíð vóru fylgd.
Tað hevur eisini verið ført fram, at ungar kvinnur, sum hava brúk fyri at fáa fosturtøku, frá øðrum fáa at vita, hvussu tær skulu føra seg fram, tá sálarliga støða teirra skal kannast.
Øll kunnu látast
at vera sjúk
Hevur tú ongantíð havt varhugan av, at kvinnur látast, sum eru tær um at gerast ørar í høvdinum, ella at tær hótta við sjálvsmorði, um teirra ynski ikki verða eftirlíkað?
Jú, men tað kunnu eisini onnur fólk, sum koma til okkara, gera. Vit skulu heldur ikki síggja burtur frá, at støðan hjá kvinnu, sum vil hava fosturtøku, er ógvuliga vánalig, sigur Heri Berg.
Hóast tað eru fleiri ár síðan Heri Berg hevur hitt hesar sjúklingar, so hava tó nakrir tilburðir verið, har kvinnur við barn hava havt veruligt brúk fyri psykiatriskari viðgerð. Tá er uppgávan at meta um, hvørt barnsburðurin er til vanda fyri kvinnuna, og sambært lógina hevur rætt til at fáa fosturtøku.
Aðrir tilburðir
Aðrir tilburðir eru,tá ein kanska eldri kvinna, sum eigur nógv børn, gerst við barn, og ikki sjálv er før fyri at taka støðu til, um hon skal hava barnið.
Í slíkum førum hevur hon ofta sambært lógini rætt til at fáa fosturtøku, men kann vera ógvuliga illa fyri, tí hon ikki veit, hvat hon skal velja.
Vit vita sjálvandi heldur ikki, hvat er best fyri viðkomandi, men vit kunnu tosa við hana, venda spurninginum ymsar vegir og stuðla henni, til hon kemur til eina avgerð.
Tað hevur oftað riggað væl, sigur Heri Berg.