Eg taki hetta sum ein stóran heiður, ikki minst tí tað, sum eg føri fram í kjakinum, er so kontroversielt, sigur Hans Andrias Sølvará, sum hevur fingið ársina kjakvirðisløn - Tað hevur stóran týdning at kjakast um evni, sum eru eym, og sum hava nakað at týða fyri føroyska samfelagið, sigur Hans Andrias Sølvará, sum í dag fær heiðurin av ársins kjakvirðisløn.
Ein av orsøkunum til at valið fall á hann man helst vera bókin »Guðs orð ella Orð um Guð«. Inihaldið í bókini hevur eisini staðið sum ein greinarøð í bløðunum.
Hans Andrias Sølvará er fegin um, at Miðlahúsið hevur tikið stig til tiltakið ársins kjakvirðisløn, tí tað hevur stóran týdning, at vit fáa eitt kjak í lag um øll viðurskifti.
- Ársins kjakvirðisløn kann verða við til at eggja fólki at taka lut í kjakinum. At fáa hesa viðurkenning er jú eitt herðaklapp. Vit hava brúk fyri kjaki í Føroyum, og tað er ikki altíð so lætt. Í størru samfeløgunum er munandi lættari at vera anonymur, tað er ikki so lætt í einum lítlum samfelag sum Føroyum, sigur Hans Andrias Sølvará.
Ein slík viðurkenning sum ársins kjakvirðisløn ger tað munandi hugaligari at taka lut í kjakinum, tí hendan vísir, at fólk setas prís upp á tað.
- Eg eri ógvuliga glaður fyri hendan heiðurin, mær er sýndur, og tað eggjar mær rættiliga til at halda fram við kjakinum eins og higartil, sigur Hans Andrias Sølvará.