Gutti Winther gjørdi ein frálíkan fish-hot-dog

Gutti Winther læt við sínari kreativu nýhugsan siðbundna amerikanska hot-dogs'in í ein vælsmakkandi føroyskan búna.

 

 

Gutti Winther er ein av okkara dugnaligu kokkum og telist millum teirra, sum halda lív í gastronomiska rákinum, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini.

Á Fish Fair í Klaksvik brúkti P/F Petur Larsen í Fuglafirði, sum arbeiðir nógv við rustfríum, umframt at felagið er føroyskt Baader-umboð gjøgnum mong ár, hansara kreativu gávur.

Gutti Winther gjørdi nevniliga ein fiska-hot-dog, sum fyritøkan í Fuglafirði kundi bjóða sínum gestum á básinum í Klaksvík.

Fyrst gjørdi kokkurin eina pylsu úr lambatarmi við gulllaksafarsi frá Tavuni í Leirvík. Síðan bakaði hann breyð við tang og søle.

Haraftrat gjørdi Gutti Winther grønt ketchup av grønum tomatum og hvonn, hummarasinnop og eina remouladu av syltaðum reiptara og fjøruurtrum.

Tey, sum royndu henda ótraditionella fisk-hot-dog siga, at smakkurin var framúr, og sagt verður, at nógvir gestir royndu kreativu samansetingina hjá kokkinum.

Sjálvur heldur Gutti Winther, at nógvir møguleikar eru við gullaksafarsi, sum hann heldur er ein frálík vøra.

Og í Føryum eiga vit heimsins størsta gulllaksaframleiðara, sum júst er Tavan í Leirvík.

- Soleiðis dugdi og megnaði frálíki kokkurin, Gutti Winther, við kreativari nýhugsan at lata siðbundna amerikanska hot-dogs'in í ein vælsmakkandi føroyskan búna.

Johan Mortensen, íbirtari, heldur, at okkara fiskivinna í nógv størri mun eigur at brúka okkara dugnaligu kokkar til nýggjar framleiðslur og marketing, sum hann tekur til.