Gutti Winther á Frigg 

- Vit hava funnið bestu rávørurnar í Føroyum, Danmark, Íslandi og 

Grønlandi, sigur kendi kokkurin.

Fínt skal tað vera. Tá dyrnar latast upp á Frigg Festivalinum í Kongens 
Have 9. og 10. mai verður tað stjørnukokkurin Gutti Winther, sum fer at 
standa á odda fyri eini spennandi og kreativari matskrá. 

 


- Vit hava funnið bestu rávørurnar í Føroyum, Danmark, Íslandi og 
Grønlandi, og vit hava lagt høvdini í blot fyri at finna besta 
norðurlendska gøtumatin, sum vit gleða okkum at bjóða gestunum á Frigg 
festivalinum. 

 


Soleiðis sigur Gutti Winther, sum saman við dananum, Kenneth Kirkedal, skal 
skapa sanna matgleði fyri øll frændafólk á Frigg Festivalinum. Teir fara at 
borðreiða við grønlendskum rækjum, íslendsk skyr, føroyskum laksi og 
donskum frílands svinakambi. 

 


Men tónleikur og matur skal kunna metta alla familjuna og hugsað er eisini 
um, at børnini skulu fáa eina góða uppliving í kongsgarðinum. Gutti er tó 
púra sannførdur um, at føroyskar fiskafrikadellur við heimagjørdari 
romulátu og økologiskum grønmeti, verður nakað sum bæði útisetabørn og 
danskarar fara at dáma væl. Tað skal, sum maðurin segði, smakka 
fantastiskt!