Rennarin Guttorm Sørensen hevur kappast í renning síðani 1990. Fyri einum ári síðani, eftir at hava orkað verri at runnið í eina tíð, fekk hann staðfest krabba í merginum.
Renningin hevur havt ein ómetaliga týðandi leiklut gjøgnum alla viðgerðina, og Guttorm er vísur í, at tað er kropsligu rørsluni at takka, at hann toldi viðgerðina so mikið væl, at hann ongantíð tók pínustillandi, ella varð órógvaður av svøvnloysi í sjúkragongdini.
Vit hava fingið eitt prát við Guttorm, og til ber at lesa samrøðuna í Sosialinum, sum er á gøtunum fríggjamorgunin.