Gutti á Kósini

Tekniski skúli í Klaksvík hevur nógvar áhugaverdar útbúgvingar og eisini matvøruútbúgvingin.

Tekst og myndir: Dávur Winther

Júst nú ganga 16 næmingar á matvøruútbúgvingini, og í dag var Gutti Winther boðin til gestalærara á Tekniska skúla.

 

Gutta dámar at vera ”back to basics” ella koma aftur til upprunan. Hann hevur, sum kunnugt, havt nakrar matsendingar í KVF fyri at vísa, hvar heimsins best matvørur úr Føroyum – fiskavørurnar enda, og hvussu tær annars verða hagreiddar og etnar.

 

So Gutti gjørti ikki matari, enn at ringja til Hanus Hansen, stjóra á Kósini og spurdi um ikki bar til at koma norður á Kósina við 16 næmingum frá Tekniska Skúla, har teir kundu fáa frágreiðin um hvussu fiskurin verður hagreiddur – Síggja fiskin, halda á honum og fáa at vita, hvat virkið annars leggur seg eftir.

 

Teir fóru norðast í saltfiskin, har Jóhannes Ziska, arbeiðsformaður greiddi frá um arbeiðs- og mannagongdir, og at tey løgdu stóra orku í at framleiða hágóðsku, sum teir eisini høvdu kvittan fyri m.a. úr Spania.

 

##ms##

 

Saltfiskurin á Kósini er eyðkendur, hvítur við góðum konsistensi ella tættleika. Onkrar av hinum fiskavørunum hjá Kósini hava sum kunnugt eisini fingið heiðurstekin.

 

##med2##

 

Hanus bjóðaði uppá kontórið

 

Eitt av enamálinum hjá Gutta við ferðini var umframt at fáa kunnan um rávøruna og hagreiðingina, eisini at fáa hendur á nøkur útvatnað saltfiskafløkum, sum hann skuldi brúka í undirvísingini seinni um dagin.

 

Tað var ikki hálvtalað orð, so var tað greitt. Men ikki nóg mikið við tí – Hanus Hansen stjóri bjóðaði upp á snotiliga fundarhølið, har eisini Durita i Grótinum, góðskuleiðari, Jógvan Hansen, søluleiðari sótu við borðið.

 

Næmingarnir fingu eina holla frágreiðing um hvat Kósin og P/F JFK fæst við á øllum vinnugreinum, eins og at góðska er eitt av teirra fremstu aðalmálum. Eisini var ein áhugaverdur filmur um skipini og virkið vistur, sum greiddi væl frá.

 

##med3##

 

Tekniski Skúli

 

Matvøruútbúgvingin á Tekniska skúla bjóðar 4 útbúgvingar: gastronomhjálpari, gastronomur, føðsluhjálpari og føðsluatstøðingur.

 

Allir næmingar byrja fyrsta skúlaskeið saman í august og enda við próvtøku seinast í januar. Eftir 1. skúlaskeið fara næmingarnir 10 vikur í starvsvenjing.

 

Eftir lokna próvtøku á 2. skúlaskeiði kunnu næmingarnir fara í læru sum gastronomar, gastronomhjálparar, føðsluhjálparar, føðsluatstøðingar ella í yrkisútbúgving innan matvøru.

– Tey, ið vilja í læru, leita sær sjálvi eftir læruplássi.

 

##med3##

 

Gutti í grýturnar

 

Tá ið dagurin var liðugur høvdu teir 16 næmingarnir saman við Gutta Winther gjørt ein fantastiskan rætt í fyrsta floks vøruni hjá Kósin – væl útvatnaðum saltfiski.

 

Rætturin kallaðist nakað so fínt sum Bacaloa Con Tomatos – har var leykur og hvítley, ansjósir, tomatir, rosmarin, oliven og alt hetta við einum saltfiskastykki inni í miðjuni.

 

Fiskurin var kókaður í olivenolja fyri at varðveita konsistensin so góðan sum gjørligt, heldur enn at kóka í vatni – Øll herligheitin varð so løgd at eitt hvítleyks stokt franskbreyð.

 

Jú mátarnir eru mangir – og tað sigst, at í Spania er í minsta lagi 1500 uppskriftir uppá Bacalao.

 

##med4##

 

Gagnnýta betri

 

Næmingarnir á Tekniska skúla vóru sannførdir um, at teir høvdu havt ein hendinga læruríkan dag. Teir hildu, at kanska skuldu vit í Føroyum gjørt meira burturúr hesi frálíku fiskavøru.

 

Vit mugu nýta tað góða, sum vit hava og gagnnýta okkara tilfeingi enn betri her heima, víðarimenna, virða handverkið og fantastiska siðaarvin innan økið.

 

Kanska kann eitt slíkt samstarv mennast millum Tekniska skúla og Kósina, sum eru bestir á hvør sínum øki, men við einum spennandi samstarvi kunnu teir flyta longur fram á leið?

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

 

 

Tekst og myndir: Dávur Winther