Elsta ítøkiliga minni um ættina er gravsteinurin hjá Jens Christian Cornelius Guttesen (1856-1926).
Pápi hansara kallaðist Gutti Christiansen f. 2.11 1833. Tí kom sonurin at verða kallaður Gutta Jens. Mamman var Christianna Christiansdóttir (1826-1896.)
Sambært fólkateljingum er Jens hjá mammuni í 1860 og 1880. Í 1870 er hann úti í Nólsoy. Í Havn býr hann á Húsabrúgv.
Gutta Jens var giftur við Sunnevu Frederikku Johannessen, fødd á Toftum 23.7. 1858. Hon doyði í Havn 19.3 1943.
Jens stendur í fólkateljingum fyri at vera “arbejdsmand og fisker”, sum nógvir havnarmenn vóru tá í tíðini. Men Jens var kortini nakað serligt á ymiskum økjum. Hann var roknaður fyri at vera vitugur og fittur í hondunum.
Sangurin byrjaði í rættinum
Langabbasonurin Rolf Guttesen greiðir frá:
»Hann átti leksikon, sum pápi og John Davidsen plagdu at fara inn at sleppa at lesa í. Hann virkaði sum heimadoktari úti á Reyni. Hann dugdi at 'klinka' t.v.s. umvæla leir- og steintoy, sum var brotnað.«
Men hann var eisini kendur fyri at vera nakað buldrasligur. Petur Alberg greiðir frá eina ferð Jens varð avhoyrdur í rættinum í februar 1900, at »en dag begyndte han at synge Salmer midt under mødet, hvorover Sorenskriveren blev rasende.«
So tað kann kanska sigast, at her byrjaði almenna sangkarrieran hjá Guttesen ættini!
Børnini vóru:
1. Maren Malene (1885-1929), giftist við Thomas Paula Holm á Hólalagnum í Hvalba. Tey fingu eingi børn.
2. Johannes Simon (1886-1954). Giftist við Elsebeth Christine Poulsen (1885-1973) úr Vestmanna. Búðu við Tinghúsvegin og fingu átta børn.
3. Christiane (Anna) (1889-1950). Giftist við Olaf Frits Johansen í Rættará (1885-1946). Tey fingu fýra børn.
4. Sigrid (1892-1956). Giftist við Hendrik Andreassen í Tjørnuvík. Fingu ein son, sum doyði ungur.
5. Hjalmar (1892-1962). Giftist fyrst við Andreu Cathrinu Sophie Henriksen úr Sørvági (1892-1918.) Tey fingu tríggjar synir. Hjalmar giftist upp aftur við Elsebeth Elene Joensen (1894-1978) úr Haldórsvík. Tey fingu 10 børn.
6. Petra Kristina (1894-1950). Hon giftist fyrst við Jens Paula Midjord í Hvalba f. 1887. Hann doyði í skaðagrindini í Sandvík í 1915. Hon giftist til Noregs. Maðurin doyði blaðungur, og hon kom aftur til Havnar.
7. Jens Christian Cornelius, kallaður Kisan, (1896-1958). Giftist við Johanne Maria Olsen (1895-1969) úr Skálavík. Tey fingu 11 børn.
8. Sunneva Fr. Guttesen (1898-1966) giftist við Olaf Askildsen (1895-1988). Hann var úr Kristiansand í Noregi, men búsettust í Havn. Tey áttu seks børn.
9. Petur (1902-1920), fórst við Puritan.
Kisan undangongumaður í tónleiki
Tá ið Kisan doyði, skrivaði Mourentius Viðstein hesi minningarorð um hann:
Kristian var væl kendur maður, ikki bert í Havn, men um allar Føroyar og víðari við. Umframt tað, at hann var kendur málari, lærdur upp hjá Poul í Geil, var hann ein av fremstu monnunum í okkara musikklívi. Hansara heiti hugur fyri musikklívinum mundu helst stava frá móðurættini, tí til dømis morbróðir hansara Christian Ludvig Johannesen, lærari, var í síni tíð ein av dyggastu stuðlunum í musikklívinum í Havn.
Kristian Guttesen var blaðungur drongur, tá ið Georg Hansen, bakar Hansen, var varugur við, at hann átti neistan og musikalskar gávur. Og hin gamli musikklærarin dvaldist ikki á. Hann fekk fatur í dronginum, gav honum eina floytu og lærdi hann at spæla. Og eingin var fegnari enn Georg Hansen, tá ið hann kundi hava henda lovandi unglingin við sær at spæla bæði á konsert og til dans.
Hjá Poul í Geil kom Kristian Guttesen at arbeiða saman við øðrum sang- og musikkhugaðum monnum, sum til dømis Petur Alberg, Sámal Debes, sonur Jógvan Debes, og Jákup Pauli Viðstein, sum eisini spældi á floytu.
Í hesum starvi sum málari hevði hann góðar atstøður til at nýta frístundir sínar til at fáast við musikk. Hann spældi ikki einans floytu, men hann var skjótt líka væl farin í øðrum ljóðførum við, sum til dømis at blása í horn, og hóast piccolo lá honum best fyri, so var hann líka dúgligur við eini kornett ella at blása í tuba.
Kristian Guttesen var væl fyri í skipanini av orkestri og orkesturspæli. Tað var tí heldur ikki undarligt, at hann kom at læra upp ein hóp av teimum ungu, sum ætlaðu sær at blása okkurt horn. Bæði árla dags og á kvøldi síðla, kundi ein hoyra, hvussu teir royndu at fáa ljóðførini at láta uppi á Lítla Skansa. Mangir blivu dúgligir við børnunum, sum lært høvdu hjá Kristian Guttesen.
Kristian Guttesen var ungur, tá ið hann á fyrsta sinni gjørdist musikkstjóri í Havnar Hornblástarfelag. Og tá ið musikknæmingarnir hjá Georg Hansen 14. mars 1922 tóku seg saman og stovnaðu musikkfelagið GHM (Georg Hansens Minde) var Kristian Guttesen sjálvskrivaður at verða tess fyrsti musikkstjóri. Og her hevði hann høvi til at fremja góðan fólkaligan musikk, og óræddur lat hann orkestrið fara í holt við stór orkesturverk, sum hann vísti seg seinni eisini at kunna greiða.
Musikkhugað fólk, bæði í Havn og á bygd, eiga nógv at siga Kristian Guttesen takk fyri. Og vit, ið kendu hann, vit vita, at hann aldri gloymdi lærara og meistara sín Georg Hansen, men mintist hann altíð við takksemi spekt og sóma.
Sjáldan hava tónar og litir rímað so væl í huganum á nøkrum, sum hjá Kristian Guttesen. Hann sá samanspælið í litunum, sum hann hoyrdi samljóðið í teimum stóru orkesturverkunum. Tí eru bæði føroyskt musikklív og føroyskt málahandverk vorðið áríniliga fátækari, nú ið Kristian Guttesen ikki er okkara millum longur.
Heiðrað veri minni hansara.”
Tað er ein hópur av eftirkomarum hjá Kisuni, sum hava gjørt vart við seg í sangi og tónleiki. Men nevnast kann, at Jens Guttesen sonur Kisuna, var kendur sum lagasmiður og kórleiðari í Ebenezer. Ein av núverandi kórleiðarum í nógv ár er sonur hansara Jens Christian. Abbadóttir Jens er Sigrid Rasmussen.
Ein onnur abbadóttir Kisuna er Maria í Ullvøruhúsinum, og dóttir hennara er Lena Andersen. Ein tann kendasta sangkvinna í Føroyum síni tíð var Sunneva Háberg, dóttir Onnu og Olaf Johansen, hon var dóttir Gutta Jens. Nógv onnur kundu verið nevnd, men plássið loyvir tí ikki.
Kelda:
Keraldið
Eyðgerð Skýlindal
Katrin Mørkøre
Í komandi parti verður greitt frá Ole Olsen, kallaður Óli dragari (1800-1864), og hansara ætt