Høvuðsnavnið á Dansibandsfestivalinum, sum verður í Vági í døgunum 3. og 4. mai næsta ár, eru Gutta fra Scandinavia.
Tað var í 1988, at teir báðir, Steinar S. Kristiansen og Terje Mårstad, stovnaðu orkestrið Scandinavia, sum spælir tónleik, ið vit vanliga kalla dansitónleik. Og teir gjørdist eitt tað best umtókta orkestrið í Noregi nakrantíð. Scandinavia gav út 18 fløgur og vann eitt ótal av virðislønum, áðrenn teir góvust í 2009.
Men longu árið eftir, í 2010 skuldu teir báðir, Steinar og Terje, av tilvild spæla sama stað, og síðani hava teir báðir ferðast runt norðurlond, og aðrastaðni við, undir heitinum Gutta fra Scandinavia.
Í 2017 spældu Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági og fyrireikararnir siga, at tað var eitt minniligt dansikvøld, Og nú verður so aftur høvið at hoyra dansitónarnir hjá Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági í mai næsta ár.