Guti fer ongan veg

Tað hevur leingi ljóðað, at miðvallarspælarin, Guti, skuldi vera á veg frá Real Madrid, men nú sigur hann seg hava tikið avgerð um, at hann verður verandi í spanska høvuðsstaðarfelagnum, har hann altíð hevur spælt. Guti, sum er 33 ára gamal, forvinnur yvir hálvafjórði millión krónur um árið, og tað verður hildið at vera ein orsøk til, at hann ikki hevur hug at skifta felag kortini.