Guterres vónar frið í 2023

Men, hann væntar, at stríðið millum partarnar fer at halda fram eina tíð enn.

ST-aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at hann hevur eitt brennandi ynski um, at tað verður friður í Ukraina einaferð í 2023.

 

Sambært Reuters trýr hann ikki, at friðarsamráðingar verða millum londini fyri tað fyrsta, men at stríðið fer at halda fram eina tíð enn.

 

António Guterres ynskir eisini, at londini bæði fara at leysgeva og býta um fleiri krígsfangar í framtíðini.