Gustava Bech

Fødd 25. des. 1944 - deyð 15. des. 2005

Í eini tíð sum annars er merkt af føðing og byrjan endaði Gustava sína lívsleið her á jørð. Tað sum sermerkti Gustavu var, at hon var kvik, álítandi og gjørdi sítt arbeiði til lítar. Í síni frítíð var hon altíð til at heita á, og ikki vóru nógv húslig handverk hon ikki kundi bjóða seg fram til og tað við valaúrsliti. Skjótfør sum hon var, setti hon gongd í mangar ætlanir sum annars tyktust ov tungar og setningarnir sum: "Hatta klári eg" ella "hatta hevur einki uppá seg" kenna vit øll væl.

Hon var glað fyri sína tilveru við soni og familju hansara. Ommubørnini kendu fløvan av einum heitum hjarta, sum vildi teimum gott, og húsið inni á Hvítanesi var ofta ramman um eina góða uppliving, har altíð sannast kundi orðatakið um hjartarúm og húsarúm.

Eisini álvarsligu sjúku sína tók hon upp á seg og bar við tolni. Hon visti at henda byrðan fór at verða tung at bera, men hon vildi ikki leggja hana yvir á nakran annan.

Tá sjúkan so at enda broytti vónina um at gerast frísk aftur til vónina um at síggjast aftur í einum staði har pína og sorg ikki eru til, so tók hon eisini hetta upp á seg uttan við einum orði at skúgva nakað burtur frá sær. Hon visti kenslurnar hjá teimum sum stóðu henni næst, og hon vildi ikki gera tað verri.

Gustava er nú farin til eitt stað, sum bert kann røkkast við tveimum samanfaldaðum hondum í bøn, og vit sum vóru um hana teir síðstu dagarnar kenna sorg og tómleika. Har sum orð ikki røkka, tekur vónin við. Vónin, ið vit øll hava fingið til gávus, við teirri høgtíð sum Gustava ikki slapp at uppliva hesuferð. Vit fara við takksemi at minnast tað tíð okkum unntist her á fold saman við henni og liva við tí lyfti, sum frelsarin gav øllum menniskjum, um ein dag at møtast uttan tær bindingar, sum jarðarlívið gevur.

Friður verið við minni um Gustavu Bech.

Systir tín Pavla