Gurið gevst við hondbóltinum: Hetta ætlaði eg ikki

Hon ætlaði ikki at gevast, men nú steðgar ein skaði 40 ára gomlu Gurið Krosslá Augustinussen at spæla eitt seinasta kappingarár

40 ára gamla Gurið Krosslá Augustinussen boðar á Facebook frá, at hon gevst sum hondbóltsspælari. Hon er ein ímynd av VB og hevur vunnið bæði FM og steypakappingina, er kosin til ársins stjørnuskot, ársins spælari og fekk heiðurin frá ÍSF sum árins fyrimynd, umframt at hon hevur spælt fleiri landsdystir.

 

- Alt fær sín enda og tað fær hondbólturin eisini fyri meg. Ætlaði eg tað? Nei. Eri eg klár til tað? Nei. Hevði ein plan um at spæla hetta kappingarárið og so siga takk fyri meg, men eftir 3 minuttir av kampinum leygardagin, fekk eg ein alvorligan skaða. Dómurin er at meniskurin er skrædnaður og krossbandið er slitnað, skrivar Gurið Krosslá Augustinussen.

 

- Sum 6 ára gomul fór eg fyri fyrstu ferð við gleði vestur á Eiði at trena. Eri nú 40 ár og fari enn við gleði vestur á Eiði at trena. Upplivingar fyri lívið, vinir og kenningar fyri lívið kring Føroyar, fleiri landsdystir, uttanlanda ferðir, Føroyameistari, steypavinnari, greipuvinnari, ársins stjørnuskot, ársins leikari, fyrimynd, gleði, tár, flennan, skeldan, tap, sigrar, sera spennandi kampar, tja eg kundi sikkurt blivi við, men tað er tað eg taki við mær, skrivar hon víðari.

 

Hon skrivar eisini, at hon hevur vunnið tað tú kann vinna saman við mammuni, mostrum og vinkonum, og at hon hevði ein dreym um at vinna okkurt saman við systrini, men tað verður av onkum, nú Gurið Krosslá Augustinussen gevst at spæla hondbólt.

 

##med2##

##med3##