Guri og Bjartur gjørdust meistarar

Guri Poulsen og Bjartur Lamhauge, sum bæði eru úr HBF, vunnu um vikuskiftið FM-heitið í badminton fyri einstaklingar

Badminton

Hetta hendi leygardagin, tá finalurnar vóru á skránni, eftir at innleiðandi dystirnir vórðu leiktir fríggjadagin.
Serliga var tað í mansfinaluni, at spenningurin undan kappingini var stórur. Meistarin frá í fjør, Bjartur Lamhauge, hevði ligið sjúkur undan vikuskiftinum, og við eini finalu móti Ragnari Rasmussen, vóru ikki ráð til mistøk av nøkrum slag. Fyrsta settið tóktist tað heldur ikki, sum um Bjartur hevði nakran livandi møguleika, men í teimum báðum næstu settunum gjørdist alt meira spennandi. Leingi stóð mest sum á púra jøvnum, men í báðum førum eydnaðist kortini Bjarta at toga seinastu kreftirnar fram, soleiðis at hann eftir meira enn ein tíma kundi staðfesta, at hann aftur í ár kann rópa seg føroyameistara.
Úrslitini í finalunum vóru annars hesi:

Einmansleikur, kvinnur
Guri Poulsen-Ingun Hansen 2-0 (11/2, 11/8)

Einmansleikur, menn:
Bjartur Lamhauge-Ragnar Rasmussen 2-1 (2/15, 15/10, 15/12)

Tvímansleikur, kvinnur:
Guri Poulsen & Guðrun Jacobsen ? Ingun Hansen & Borglis Fagradal 2-0 (17/15, 15/3)

Tvímansleikur, menn:
Bjartur Lamhauge & Aksel Poulsen ? Ragnar Rasmussen & Rani í Líð 2-0 (15/3, 15/4)

Blandaður tvímansleikur
Aksel Poulsen & Ingun Hansen ? Rani í Líð & Guri Poulsen 2-0 (15/11, 15/6)

Mynd: Menn, single
Bjartur Lamhauge sæst her uttast til høgru við sjónliga tekininum um, at hann aftur í ár kann rópa seg besta badmintonleikara í landinum