Gurið Mortensen hjá VB ergraði seg um, at VB tapti við fimm málum í tí fyrru hálvfinaluni í KÍ-høllini í Klaksvík.
Stjørnan vann 25-20 á VB, støðan í steðginum var javnleikur 13-13. Tá 54 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 20-20.
- Hetta var ikki tað vit ætlaðu, vit hildu ikki høvdið kalt, og blakaðu tað burtur, staðfesti Guðrið Mortensen aftaná dystin.
Durita Christophersen hjá Stjørnuni hevði eina serlig uppliving í dag. Hon kom við flogfari úr Danmark í dag, og var ikki í KÍ-høllini stutt áðrenn dysturin byrjaði. Durita kom at seta síni fingramerki á dystin. Hon fegnaðist um sigurin, men slóg fast, at tær hava ein strævnan arbeiðssetning til ta seinnu hálvfinaluna suðuri í Vági.
Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Gurið Mortensen og Duritu Christophersen undir greinini. Fremst í ljóðbrotinum hoyra vit tey seinastu 15 sekundini av dystinum.