Ein av kvinnunum í Fólkaflokkinum, sum hava politiskar royndir, er Gunvá við Keldu í Klaksvík. Hon hevur sitið í býráðnum í Klaksvík síðani 2004. Eftir býráðsvalið í 2008 tók hon við sum borgarstjóri og sat sum borgastjóri frá 1. januar í 2009 næstu fýra árini til 31. desember 2012.
Umframt at hava verið virkin í Klaksvíkar býráð hesi árini, so var hon eisini forkvinna í Kommunusamskipan Føroya frá 2011 til 2013.
Tala er tí um eina roynda kvinnu í politikki, tó at Gunvá við Keldu ikki hevur sitið á tingi og ikki hevur stillað upp til løgtingsval. Hugsa vit um økið í Klkasvík og Norðoyggjum, so er tað eitt øki, har Fólkaflokkurin er sera sterkur og fekk aðru hvørja atkvøðu á seinasta løgtingsvali. Tí hevði tað verið nátúrligt, at økið aftur varð umboðað í landsstýrinum, nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er farin úr landsstýrinum og ikki sleppur aftur í landsstýri.
Gunvá er dóttir Jógvan við Keldu, sum var borgarstjóri í Klaksvík í 16 ár, og sum eisini var bæði løgtingsmaður og landsstýrismaður.
Lesið eisini: Bara menn: Fyrsta slipsalandsstýri í 18 ár
Tí kundi Gunvá við Keldu verið eitt boð, um Fólkaflokkurin ætlar at manna landsstýrissessirnar aftur – og um Fólkflokkurin vil tryggja, at kvinnur vera í landsstýrinum tað, ið eftir er av valskeiðnum – um samgongan heldur fram.
Um flokkurin velur tveir mans í landsstýrið, so fáa vit aftur eitt slipsalandsstýri bara við monnum. Tað seinasta slipsalandsstýrið tilnevndi Jóannes Eidesgaard í 2004.
Men Gunvá við Keldu hevur onga viðmerking til spurningin, um hon er upp á tal sum nýggj landsstýriskvinna, og harvið avvísir hon heldur ikki møguleikan.
Men teir báðir fyrrverandi varatingmenninir hjá Fólkaflokkinum, Brandur Sandoy og Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, vilja báðir fegnir hava sessirnar og hava longu her á in.fo boðið frá, at teir eru klárir.











