Gunvá við Keldu byrjar 1. februar sum stjóri hjá P/F Estra Prent, sum rekur samskiftisfyritøkuna Vasti og prentsmiðjuna Estra.
Eftir at hava verið burturfrá í fýra ár, gleði eg meg at koma aftur í grafisku bransjuna. Hesi seinastu fýra árini í kommunalpolitikki, hava verið ógvuliga góð, mennandi og spennandi, og meti eg, at tað hevur givið mær eina góða barlast, nú eg aftur fari í privatu vinnuna, sigur Gunvá við Keldu, sum er 46 ára gomul og umframt at vera útbúgvin grafikari, eisini hevur leiðsluútbúgving sum Grafonomur frá Grafiska Háskúlanum í Keypmannahavn, sum í dag eitur Medie- og Journalistháskúlin.
Gunvá við Keldu setti í 2001 á stovn Vasti og leiddi fyritøkuna fram til hon tók við sum borgarstjóri 1. januar 2009.
Frá 1. februar fer P/F Estra Prent sostatt at hava tveir stjórar. Sonju á Líðarenda, sum hevur ábyrgd av prentvirkseminum, og Gunvá, ið fer at hava ábyrgd av grafiska virkseminum í fyritøkuni.