Nú heitir eisini borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, á Johan Dahl um at tryggja, at Ritan kemur aftur í sigling beinanvegin. Tað er ikki farið óansað aftur við borðinum, at Ritan er løgd vegna tering á skrokkinum. Hol er komið á, men tað tykist at ganga rúm tíð, áðrenn hesin skaði er bøttur.
Fyrst eigarin av smoltstøðini í Svínoy, Bogi Jacobsen, síðani Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og nú Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, vísa á tað lívsneyðuga í, at Fugloyggin og Svínoyggin hava álítandi og nøktandi ferðasamband.
- Stigtakararnir til smoltstøðina vístu beinleiðis á, at Ritan hevði avgerandi týdning fyri avgerðina at lata smoltstøðina upp í Svínoy, og nú Ritan so brádliga verður tikin úr hesi sigling aftur vegna ein leka, er boðskapurin aftur líka greiður, at skal Ritan liggja í vikur og mánaðar, áðrenn hon verður umvæld, so umhugsa teir at flyta støðina inn á fastlandið!
Hetta er ein sera álvarsom støða fyri Svínoy, sum undir ongum umstøðum hevur ráð til at missa hesi arbeiðspláss, og tí mugu landsmyndugleikarnir í stundini taka tey neyðugu stigini, so Strandferðslan fær heimild og møguleikar at umvæla Rituna her og nú, sigur Gunvá við Keldu.
Hon heitir tí á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at Ritan beinanvegin fæst í sigling aftur.
- Tí vil eg heita staðiliga á avvarðandi landsstýrismann, Jóhan Dahl ? sum eisini tók stig til at fáa Rituna í sigling á hesi farleið ? um at taka hetta málið í størsta álvara og beinanvegin útvega Strandferðsluni tær neyðugu heimildirnar, so Ritan verður umvæld og kemur aftur í sigling beinanvegin, sigur Gunvá við Keldu.