Talan er um Gunvør Balle, sum er sett í starv sum sendikvinna. Gunvør Balle starvast í løtuni sum fulltrúi á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, har hon hevur menningarsamstarv sum serøki. Gunvør hevur annars búð uttanlands í nógv ár og í nógvum ymiskum londum. Síðani hon kom heim aftur til Føroya, hevur hon arbeitt átta ár í privatu vinnuni, og síðstu tvey árini hevur hon verið á uttanríkisdeildini hjá Løgmansskrivstovuni.










