Gunvør Balle røkir næstu vikuna starvið sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Orsøkin er, at Annika Olsen, ið telvaði seg til borgarstjórasessin fyri tveimum árum síðan, er burturstødd komandi viku, og tekur varaborgarstjórin sostatt sæti sum borgarstjóri.
Býráðsvalið fyri tveimum árum síðan var fyrstu ferð, at Gunvør Balle var at finna á vallistanum, og gekk tað so mikið væl, at hon bleiv tann býráðslimurin í býráðsmeirilutanum, ið fekk flest atkvøður til valið. Varaborgarstjórin fekk 514 persónligar atkvøður fyri Tjóðveldi. Til samanberingar kann nevnast, at Annika Olsen, borgarstjóri, fekk 332 persónligar atkvøður á Lista A.
Merkisvert er tó, at tað í andstøðuni eru tveir menn, ið fingu fleiri persónligar atkvøður enn nakar av teimum, ið stjóra kommununi í dag. Tað eru Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, báðir úr Javnaðarflokkinum, ið fingu ávikavist 2506 og 676 persónligar atkvøður.