Gunnvá við Keldu nýggjur nevndarlimur í Reklamufelagnum

Gunvá við Keldu er nýggjur nevndarlimur í Reklamufelagnum. Fríggjadagin hevði felagið aðalfund Í nevndini tað seinasta árið hava sitið Petur Mohr Reinert, formaður, Allan Dalsgarð, næstformaður og Ingi Joensen. Ingi Joensen stóð fyri vali og tók ikki við afturvali. Í hansara stað varð Gunvá við Keldu vald í nevndina. Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Reklamufelagið er vinnufelag fyri allar fyritøkur í Føroyum, sum fáast við at gera reklamu og marknaðarføring.