Umframt at passa hús og heim var Gunnvá ein av okkara royndu bussførarum. Fyrst í 90-unum fór hon at koyra býbuss í Havn. Frá 1996-98 koyrdi hon býbuss í Keypmannahavn. Frá 1998 til 1. februar 2003 koyrdi hon aftur býbuss í Havn. Hon koyrdi eisini sum bussførari hjá Bygdaleiðum. Hon var kend sum ein fyrikomandi og avhildin bussførari.
Gunnvá hevði koyrikort til buss, lastbil og trailara. Ætlanin var, at hon skuldi avloysa sum bilførari hjá Postverkinum nú í summar, men hetta bleiv av ongum, tá hon gjørdist álvarsliga sjúk. Børn hennara eru: Marita, Jóhanna, Johannes og Elisabeth.
Fyri kortum giftist Gunnvá uppaftur við Gunnari Olsen úr Syðrugøtu. Tey bygdu sær hús í Hoyvík.