Gunnvør á Norði vart Ph.D.-ritgerð

Seinnapartin 11. mars vardi Gunnvør á Norði ritg­erð sína »Impact of organic enrichment on the sediment bi­o­ge­o­c­hemistry and over­ly­ing water quality in rel­a­tion to fish farms in Faroese fjords«, og kann nú seta PhD-heit­ið aftan fyri navnið hjá sær.

Ritgerðin hjá Gunn­vør á Norði bygg­ir á mátingar, sum hon hev­ur gjørt á Kalbaksfirði í góð­­um samstarvi við starvs­­fólk­­um hjá ali­fel­a­g­num p/f Týggj­ará. Gunnvør hevur havt starvsstað á Havstovuni, og hevur verið innskrivað sum lesandi á Nátt­úr­u­vís­ind­a­deildini ­á Fróð­skap­ar­setr­inum.
Verjan var í hølunum á Vinnuháskúlanum. Fyrst legði Gunnvør fram ein samandrátt av 100 síðu longu rit­gerðini, og aft­aná svaraði hon spurn­ing­um frá an­d­mæl­ing­unum. Verjan gekk væl og dómsnevndin iv­ast ikki í, at arbeiðið hjá Gunn­vør á Norði væl og virðliga var nøkt­andi til PhD heiti. Í dóms­nevndini sótu Dr. Marianne Holmer, bio­geokemikari, Ins­ti­tutt­leið­ar­i á Syddansk Uni­versitet, Dr. Kenny D. Black, leiðari á Økologi deild­ini á The Schottish Ass­o­ci­at­ion for Marine Sci­ences og Dr. Høgni Deb­es, lívfrøðingur á Hav­stov­uni og at­knýtt­ur lektari á Nátt­úr­u­vís­ind­a­deild­ini á Fróð­skap­ar­setri Føroya.