Gunnhild er útbúgvin MA í Humanvistfrøði á Lunds Universtiteti og Bachelor í stjórnmálafrøði á Setrinum. Hon kemur úr einum lærarastarvi á Tekniska skúla í Klaksvík, har hon hevur undirvíst í samfelagsfrøði.
Umframt at hava skrivað bókina Matur – okkara virðismikla tilfeingi, hevur Gunnhild hildið nógvar fyrilestrar um burðardygd, umhvørvistrupulleikar og matoyðsl seinastu árini. Hon hevur eisini fyriskipað umhvørvistiltøk fyri kommunur og áhugafelagsskapir.
- Eg eri sera glað fyri møguleikan at royna meg sum umhvørvisleiðara hjá IRF. Eg havi stóran áhuga í umhvørvinum og haldi tað vera sera spennandi at arbeiða við, hvussu vit í størst møguligan mun kunnu minka um ruskmongdirnar og gagnnýta tilfeingið skilabetri.Saman við dugnaligu starvsfólkunum hjá IRF, verður tað spennandi at vera við til at føra IRF víðari fram á grønu kósini, at minka um CO2-útlát okkara og at flyta føroyska samfelagið nærri ringbúskapinum.