Gunnar verður við móti HB

Nú skal vísa seg, um álopsspælarin, sum HB ikki vildi hava, verður kærkomin styrkur hjá gøtumonnum



Fyrrapartin í dag var pappírsarbeiðið liðugt. Gunnar Nielsen, sum í fjør var í Fuglafirði, hevur nú loyvi at spæla við GÍ. Spæliloyvið hevur verið í Føroyum, men uppihaldsloyvið gekk út fyri ársskiftið, og tað er hetta, sum gøtumenn hava stríðst við, og sum kom upp á pláss í dag.
                      Gunnar Nielsen var fyri nøkrum vikum síðani og royndarvandi í HB, men har vendi tummulin niðureftir. Fyrsti møguleikin hjá Gunnar í GÍ at vísa, hvør dugur er í honum, verður júst móti HB í Sarpugerði í morgin. Gunnar hevur vant fleiri vikur við GÍ, men honum restar ivaleyst dystarvenjing.
                      Áslakur R. Petersen hevur verið eitt sindur ivasamur. Annars eru allir GÍ spælararnir tøkir.
                      Í HB er alt fólkið tókt. Ein serbiskur álopsspælari hevur verið og royndarvant við HB. Enn er eingin avgerð tikin um, hvusssu tað verður við honum. Tað skilst tó á lagnum, at tað er rættuliga ivasamt, um hann fer at umboða HB í ár.
                      Seinastu árini hevur HB staðið seg væl í Sarpugerði. GÍ vann í 2001, og síðani hevur HB vunnið allar landskappingardystirnar í Gøtu.