TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tvær samrøður Sjúrður H. Hoydal gjørdi í høllini í Skjern, har Føroyar spæla EM-undankappingardyst ímóti Danmark klokkan 15.10.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Sjúrður H. Hoydal prátaði við HB-legenduna, Gunnar Mohr sum í dag hevur valt hondbóltslandsliðið framum HB, ið gjørdist meistari seinast í september mánað. Gunnar heldur fyri, at í dag fer HB at klára seg uttan hann.
Sjúrður H. Hoydal prátaði eisini við fyrrverandi landsliðsmálverjan, Levi Nybo sum sigur, at hann ætlar at njóta dystin í dag.










