Gunnar vardi væl í týðandi FH sigri

FH helt fast við oddasessin við útisigri á Vali í kvøld

 

 

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, tá hann og liðfelagarnir í kvøld spældu útidyst ímóti Vali í Reykjavík. Valsvøllur er tætt við har, sum flogvøllurin í Reykjavík er, og flogfarið hjá Atlantic Airways plagar at lenda.

 

FH vann 1-0, støðan í steðginum var javnleikur 0-0. Emil Pálsson tryggjaði hafnfirðingum sigurin í 75. minutti. Gunnar Nielsen hevði góðar bjargingar í dystinum. Guðjón Pétur Lýðsson hjá Vali skeyt eitt lúmskt skot ímóti málinum hjá Gunnari Nielsen, tá hálvur tími var farin av dystinum, men Gunnar Nielsen bjargaði væl í málinum. Ímóti dystarenda hevði Nikolaj Hansen hjá Vali eina góða roynd, men aftur var Gunnar Nielsen vakin og bjargaði væl.

 

Davíð Þór Viðarsson og Bjarni Þór Viðarsson, sum kunnu gerast aktuellir, sum møguligir føroyskir landsliðsspælarar spældu við á liðnum hjá FH frá dystarbyrjan. Valsmenn fóru til stálið í kvøld, og fingu fimm mans hjá Vali gula kortið. Bert Steven Lennon hjá FH fekk gult kort.

 

Sigurin merkir, at FH er oddalið í pepsideildini við 17 stigum fyri átta dystir. Fríggjakvøldið 24. juni hevur FH heimadyst ímóti Fylki, sum liggur aftast við bert tveimum stigum.

 

Tætt er millum liðini í oddinum, sum støðan eisini sýnir :

 

1FH8   521   11:417
2Fjölnir851216:916
3Breiðablik850310:715
4Víkingur Ó.742111:914
5ÍBV841310:813
6Stjarnan732213:811
7Valur831413:1010
8KR82337:99
9Víkingur R.722310:98
10Þróttur R.72146:167
11ÍA71155:144
12Fylkir70254:132