Gunnar vann í yvirtíðini á Jónas og Kaj Leo

Gunnar Nielsen og FH fingu í dag hevnd fyri steypaósigurin móti ÍBV fyri einum mánað síðani

Føroysk uppgerð hevur verið í bestu íslendsku deildini í dag, har FH og ÍBV hava spælt ímóti hvørjum øðrum. Bæði liðini hava føroyskar leikarar á liðnum – Gunnar Nielsen spælir við FH, meðan Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu spæla við ÍBV.

 

Somu lið hittust fyri eitt sindur meira enn einum mánað síðani í íslendsku steypafinaluni, har ÍBV tá dró longra stráðið.

 

Men FH fekk í dag hevnd fyri steypaósigurin. Og avgerðin fall ikki fyrrenn í evstu løtu av dystinum. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Gunnar Nielsen og FH, har Steven Lennon skoraði sigursmálið í seinasta minuttinum av dystinum.

 

Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næs byrjaðu inni fyri síni feløg í dystinum í dag, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði á bonkinum. Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn tá 20 minuttir vóru eftir av dystinum.