Gunnar vann triathlon

Sunnudagin var FM kapping í Olympiska teininum í triathlon hildin í Tórshavn,

Triathlon

 

Teinanir vóru 1500 metur svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning.

Fýra mans vóru til kappingina, har starturin varð í svimjihylinum í Gundadali. Síðani var súkklað millum rundkoyringarnar á Ringvegnum, Hvítanesvegnum og Yviri við Strond, áðrenn renningin fór fram við Plantusøluna og yviri við Strond.

Veðrið var ikki av tí besta. Nógvur vindur og nakað av regni var, men kortini vunnu allir luttakararnir vegin fram á mál.

Umframt triathlon-kappingina varð eisini kappast í sprint og minisprint, og vóru tað svimjarar frá HS, ið tóku lut í hesum. Her var Høgni Miné Rasmussen skjótastur framman fyri Magnus Jákupsson, Óla Mortensen og Teit Skoubo. Í mini-sprint varð Guðrun Holm Jacobsen fyrst á mál, meðan Kristina Eliasen, Markus Joensen og Tummas Danielsen komu á næstu plássunum.

Komandi sunnudag er ætlanin at skipa fyri fyrstu kappingini í hálvum ironman her á landi. Tó verður fyrivarni tikið fyri, at nóg nógvir luttakarar tekna seg.

 

Úrslitini

1 Gunnar Dahl Olsen 2:16:15

2 Andrass Joensen 2:19:58

3 Evald Rasmussen 2:47:26

4 Jógvan Djurhuus 2:49:54