Gunnar Dahl-Olsen tók lut í eini fjallasúkklukapping í Pólandi, í kallast ?Gryf Marathon MTB?, og kann ikki sigast annað enn at tað gekk heilt væl. Hann bleiv nummar tvey í hansara aldursbólkið, út av umleið 20 súkklarum. Íalt vóru tað uml. 830 súkklarar við í kappingini.
Teinurin var 75km við langum mótbrekkum, langum omankoyringum, trærótum, runu, sandi og grótgøtum. So tað kann ikki sigast annað enn at tað var ein ruta við nógvum avbjóðingum. Gunnar gjørnumførdi teinin uppá 3 tímar og 39 minuttir.