Gunnar vann á fjallasúkklu

Leygardagin seinnapartin, í vindi, regni og kulda skipaði Tórshavnar Súkklu Felag fyri fjallasúkklukapping yvir 40 km

Súkkling

Byrjan og mál vóru við Føroya Studentaskúla. Súkklað frá Studentaskúlanum eftir gøtuni niðan á Ringvegin, eftir grasinum til tyrlupallin, oman á Boðanes og so niðan aftur á Ringvegin. Nú gekk so leiðin niðan eftir Ringvegnum, Oyggjarvegnum og út á ríðibreytina, rossagøtuna til Rossafjósini í Havnadali.
Rossagøtan bleiv eisini brúkt á heimvegnum, men nú var farið niðan á oyggj eftir Oyggjarvegnum og rossagøtunum har.
Vent bleiv við Lambafelli, og so við fullari ferð eftir Oyggjarvegnum til Studentarskúlan, har súkklað var 7 ferðir á einum 2,5 km ringleið. Íalt 40 km
Fyrst varð súkklað ein túr á ringleiðini við Studentarskúlan, og fylgdust allir, men Gunnar Dahl Olsen, Eli Christiansen, Sigmundur Olsson, Samson Nesá og Gudmundur Joensen drógu frá hinum, tá farið var niðan móti Krákugjógv og víðari niðan Oyggjarvegin. Eftir rossagøtuni bleiv spjaðingin størri og størri, við Gunnari á odda. Hinir, Eli, Sigmundur, Samson og Gudmundur komu aftaná, sum perlur á snóri.
Men longur afturi í feltinum var eisini kapping. Kári Simonsen og Evald Rasmussen kappaðust sum vanligt, og sluppu teir frá Áslaki Nesá. Eftir rossagøtuni tóku teir væl inn á Samson og Gudmund, sum máttu sleppa hinum trimum. Niðan eftir Oyggjarvegnum súkklaði Kári frá Evaldi, og fekk hann eisini fatur á Gudmundi.
Samson vendi omanaftur við Kleynisvarða, tí hann var á rasarasúkklu, sum hann á rossagøtuni hevði brúkt sum fjallasúkklu, og súkklaði hann bara ein part av teininum sum venjing. Oman av Oyggjarvegnum var støðan hin sama, men í rundkoyringini við Norðurlandahúsið fekk Evald Gudmund aftur. Tá farið var at súkkla rundleiðina, góvust fleiri súkklarar. Bara 3 súkklarar komu á mál, og vóru tað teir elstu. Vindurin, regnið og kuldin blivu ov nógv hjá yngru súkklarunum, Eli, Sigmundi, Gudmundi og Áslaki, og góvust teir tí allir.