Sunnudagin varð skipað fyri duathlon kapping í Havn. Vinnari gjørdist Gunnar Dahl-Olsen.
Kappast bleiv á økinum kring Studentaskúlan í Hoydølum. Teinurin er uml. fýra kilometrar og bleiv súkklaður fýra ferðir. Runnið bleiv á sama teini og íðkararnir runnu teinin tvær ferðir.
Allir luttakararnir fylgdust ein stóran part av fyrsta umfari, men tá drúgva brekkan aftan fyri studentaskúlan skuldi súkklast gjørdist munurin sjónligur, og Gunnar legði seg tá á odda. Andrass helt tørn leingi og royndi tað hann var mentur at koyra Gunnar innaftur. Hetta eydnaðist ikki, men í fyrsta umfari av renningini nærkaðist Andrass, og munurin minkaði nakað
Áslakkur, ið, eins og Andrass, hevur ment seg nógv innan triathlon seinastu árini, hevði ein skaða at dragast við, og tí gjørdist munurin millum Áslakk og Andrass størri enn hann fyrr hevur verið.
Kári og Evald plaga at kappast sína millum. Hesa ferð var tað Kári, ið hevði munin. Kári vann á Evald við uml. einum minutti.
Næsta kapping, ið feløgini bæði skipa fyri, verður ein fjallasúkklukapping. Tá verður súkklað 40 km, og verður kappingin 17. februar.