Gunnar vann býarkappingina

Gunnar Dahl-Olsen gjørdist vinnari av fyrstu FM-kappingini í býarsúkkling, sum var í Havn mikukvøldið

 

Mikukvøldið skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri fyrstu ferð fyri FM í býarsúkkling. Kappingin var á Hálsi í Havn. Á einari 600 metrar langari rundleið varð súkklað í 40 minuttir, so bleiv ringt við einari klokku og farið var út á seinasta rundteinin.

Ikki óvæntað vann Gunnar Dahl-Olsen, sjálvt um hann hevur ligið í dvala á Tenerifa síðani fyrst í September. Honum á baki kom nýggja stjørnuskotið í føroyskari súkkling, 16 ára gamli Eli Christiansen.

Hesir báðir, saman við Esmari Joensen og Sverra Mohr Edvinsyni, løgdu seg skjótt á odda, og Beinir Rasmussen, Jens Sigurd Simonsen og 14 ára gamli Dánjal Michaelsen dragnaðu frá. Einaferð sá út sum Sverri fór sama vegin, men hann menti seg aftur, og sjálvt um Gunnar og Eli súkklaðu skjótt og royndu allar snildir fyri at sleppa frá hinum báðum, so fylgdust teir so at siga um málstrikuna.

Eina lítla løtu, tá umleið hálvur teinurin var súkklaður, sást at Eli var móður, men Eli er ikki hann ið gevst tá á stendur. Hann fetti sær á, legði seg á odda og bjóðaði av, meðan hinir kundu hvíla seg í le av honum eina løtu.


30 km

Fríggjakvøldið verður 30 km tíðar FM-súkkling úr Havnini til Kaldbaks og aftur. Tilmeldingin til hesa kappingina er heldur størri enn til býarsúkklingina.

Sunnudagin kl 1300 fara so somu menn ar kappast á 100 km teinunum. FM-100 km verður hesaferð tvær ferðir: Úr Havnini, til Kollafjarðar, um Oyggjarvegin og aftur til Havnar, har seinastu 20 km verða súkklaðir á einari rundleið, ið er 5 km long, og er frá Skógrøkt Landsins, eftir Hvítanesvegnum, Ringvegnum, niðan eftir Sundsvegnum, eftir Vegnum LangaRingvegnum og aftur til Skógrøkt Landsins.

Balslev er høvuðsstuðul til kappingina, teir lata tí bæði heiðursmerkir og steyp til vinnararnar! Blómuhandilin Árstíðirnar stuðla eisini við vøkrum blómum til vinnararnar.



Úrslitið í býarsúkklingini


1. Gunnar Dahl Olsen.

2. Eli Christiansen.

3. Sverri Mohr Edvinson

4. Esmar Joensen.

5. Beinir Rasmussen.

6. Jens Sigurd Simonsen.

7. Dánjal Michaelsen.


FM-unglingar

1. Eli Christiansen

2. Dánjal Michaelsen


FM-menn:

1. Gunnar Dahl Olsen

2. Sverri Mohr Edvinson

3. Esmar Joensen.