Svenski spælistílurin hóskar okkum væl, so tí eru teir eitt lið, sum tað ikki er so torført hjá okkum at spæla ímóti.
Tað sigur føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, ið var eitt sindur vónbrotin um, at ikki meira fekst burturúr.
Vit bíða eftir sensatiónini, men vit føldu henda dystin, at hetta kundi gott verið tann dysturin. Hesaferð skuldu vit fingið eitt stig, sigur Gunnar.
Hoyr samrøðuna við hann niðanfyri: