Gunnar á Tórsvøll sum mótstøðumaður

(Rás2) Hoyr hvønn av Atla Gregersen, Sølva Vatnhamar og Fróða Benjaminsen Gunnar Nielsen fer at býta troyggju við

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði beinleiðis við ein mann, sum skal royna seg í einum nýggjum leikluti um fjúrtan dagar.

 

Tá Gunnar Nielsen hevur vart málið á Tórsvølli hevur tað altíð verið, sum aftasti skansi hjá allari tjóðini. Tað verður tað ikki um fjúrtan dagar. Tá verjir hann málið hjá íslendska meistaraliðnum, FH. Gunnar Nielsen og liðfelagarnir fara at gera alt fyri at basa Víkingi, og Gunnar undirstrikar, at venjararnir hjá FH hava verið og hugt eftir Víkingi, og íslendska meistaraliðið hevur stóra virðing fyri føroyska meistaraliðnum.

 

Rás2 spurdi eisini hvønn av teimum trimum hann kennir so væl frá landsliðnum, Atla Gregersen, Sølva Vatnhamar ella Fróða Benjaminsen hann fer at býta um troyggju við aftaná dystin á Tórsvølli 18. juli. Gunnar mátti tyggja uppá spurningin, áðrenn hann svaraði. Hoyr í samrøðuni hvat Gunnar svaraði til hendan spurningin.