DANMARK 1. DEILD
Í hálvt annað ár hevur hann vant og spælt á næstbesta liðnum og á U 21 landsliðnum. 19 ára gamli Gunnar Nielsen, sum fyri hálvari aðru viku síðani var við landsliðnum í Ísrael, og sum fleiri ferðir hevur verið saman við landsliðnum, tá ið teir hava fyrreikað seg til HM undankappingardystirnar, hevur verið ógvuliga tolin. Hann hevur seinastu tjúgu mánaðirnar í so at siga hvørjum einasta landskappingardysti sitið á Frem beinkinum. Har hevur hann verið eykamaður hjá Jørgen Nielsen, sum hevur verið í Frem í trý ár, eftir at hann í fimm ár var í sjálvum Liverpool.
- Eg havi kent mín leiklut. Hann hevur verið at verið gardering. Eg havi vitað, at eg eina ferð fór at fáa møguleikan á besta liðnum, og eg havi roynt at verið tilvitaður um, hvussu týdningarmikið tað hevur verið at vera hundrað prosent klárur, tá ið møguleikin fór at koma.
Leygardagin fekk Gunnar Nielsen møguleikan á besta Frem liðnum. Jørgen Nielsen varð skaddur undir venjing mikudagin, og longu tá vóru tað greiðar ábendingar um, at føroyski málverjin skuldi fáa kjansin.
- Undan fráferðini leygarmorgunin til Århus, har vit spældu móti Brabrand, varð undir venjing staðfest, at tað fór ikki at bera til hjá Jørgen Nielsen at spæla, og so var tað mín ábyrgd at verja málið, og eg haldi sjálvur, at tað gekk hampuliga væl. Eg hevði ikki stórar bjargingar, men heldur var talan um uppgerð, har tað alla tíðina ráddi um at vera klárur og at luttaka í spælinum, greiðir Gunnar Nielsen frá úr Keypmannahavn, har hann umframt at spæla fótbólt eisini gongur triðja árið á handilsskúla í Ishøj. Sáttmálaskeiðið í Frem er fram til á sumri í 2007.
Sambært donskum fjølmiðlum stóð føroyski málverjin seg væl í fyrstu royndini á besta Frem liðnum. Eftir at tað leingi hevur gingið illa, vann Frem leygardagin 3-1. Brabrand minkaði um munin til 3-1 við brotssparki, tá ið ein tími var farin.
Merkisvert var tað, at tað síðstu løtuna vóru tríggir føroyingar á Frem liðnum. Jón Rói Jacobsen var alla tíðina í miðverjuni, og Jónas Þór Næs kom á vøllin, tá ið fimm minuttir vóru eftir.
- Vit fegnast um, at vit fluttu trý stig burtur frá botninum. Higartil hevur tað ikki gingið nakað serligt. Vit mistu fleirir spælarar í summar, og vit hava ikki fingið so nógvar, og so hava vit fleiri ferðir mett okkum at hava verið óhepnar. Men kanska fer sigurin hesa ferð at vera við til at venda gongdini, heldur Gunnar Nielsen.
Føroyski málverjin veit, at hansara lutur framvegis verður at vera eykamálverji hjá veteraninum. Spurningurin er nú, um hin málverjin verður tøkur í annaðkvøld, ella um tað aftur verður Gunnar, sum skal verja Frem málið:
- Talan verður um steypadyst á heimavølli í Valby móti Viborg, sum spælir í superliguni. Eg hevði avgjørt einki havt ímóti at fingið møguleikan í tí uppgerðini, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður.
Soltið føroyskt vikuskifti
Eftir stóra 7-0 lúsingin næstseinasta sunnudag skuldi Fremad Amager royna at reisa seg á Gentofte stadion móti HIK. Tað eydnaðist ikki. Heimaliðið vann 2-1, og harvið datt Fremad Amager uppaftur fleiri pláss niður frá toppinum. Andrew av Fløtum var á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Heldur ikki hjá Lyngby og Christian Lamhauge Holst hilnaðist tað væl. Lyngby spældi í Kolding, og teir taptu 2-1.
Skjold, sum hevur Atla Gregersen á liðnum, og sum higartil hevur verið botnlið, fekk eitt stig burturúr ferðini av Eysturbrúgv í Keypmannahavn og til Ølstykke. Úrslitið var 1-1.
Mest merkisverda dystargongdin var, tá ið Brønshøj hevði vitjan av Vejle. Gestirnir vóru á odda 3-0 - Ulrik Balling skoraði eitt av málunum - áðrenn heimaliðið fekk um endan. Úrslitið gjørdist 3-3!
Niðurflytararnir úr Randers eru oddalið. Teir vunnu 3-1 í Herfølge. Køge vann 1-0 í Nykøbing Falster og fylgir væl við í toppinum.