Gunnar skiftir til Wrexham

Gunnar Nielsen, ið vardi føroyska málið ímóti Íslandi sunnudagin, skal spæla fyri walisiska felagið Wrexham FC restina av kappingarárinum

FÓTBÓLTUR

 

Gunnar Nielsen hevur fyri kortum skrivað undir hálvttriðja árs sáttmála við Manchester City, men er nú hann fyri restina av kappingarárinum leigaður út til Wrexham, sum spælir í fimtbestu ensku deildini, Football Conference, ið eisini nevnist Blue Square Premier.

Gunnar spældi sín fyrsta A-landsdyst sunnudagin, og hann stóð sum ein brandur, tá Føroyar sunnudagin vunnu 2-1 á Íslandi í Kórinn-høllini í Kópavogi.

Men tá Gunnar er sjálvur fjórði ella fimti í røðini av málverjum hjá Manchester City, fær hann ikki teir heilt nógvu dystirnar, og verður leigumálið tí mett sum ein góður møguleiki hjá honum at fáa dystarvenjing.

Gunnar Nielsen, sum hevur fingið fótbóltsuppvøksturin í HB, skifti í 2007 frá danska Frem til Blackburn Rovers í ensku Premier League, og fyri kortum skifti hann haðani til Manchester City.