Gunnar skal til Lettlands - Pætur skal til Wales

Víkingur Reykjavík møtir Riga FC og KA Akureyri møtir Connah´s Quay Nomads í Europa Conference League undankappingini

Trý føroyingalið í Íslandi skulu eisini royna seg í Evropa.

 

Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðabliki skulu í komandi viku í holt við eina undanundankapping í Champions League.

 

Komandi týskvøld tekur Breiðablik móti sanmariansku meistarunum, Tre Penne. Megnar Breiðablik at vinna tann dystin skal Breiðablik spæla móti vinnaranum av dystinum millum Atlétic Club d'Escaldes úr Andorra og Budocnost úr Montenegro. Vinnarin av tí dystinum møtir Shamrock Rovers úr Írlandi. So ein túrur til Írlands bíðar Klæminti um Breiðablik megnar at vinna undanundankappingina á heimavølli.

 

Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA Akureyri skulu í Europa Conference League spæla móti Connah´s Quay Nomads, ið er eitt lutakast teir kunnu vera nøgdir við. 

 

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík fingu eitt torført lutakast. Víkingur skal spæla móti Riga FC úr Lettlandi, og tað harmar teir í Víkingi, at teir ikki fingu eitt frægari lutakast.