Tranmere Rovers byrjaði árið í fjør við navnframa Liverpool legendini, John Barnes, við róðrið, men ein røð av vánaligum úrslitum gjørdi at hann varð koyrdur.
Í hansara stað kom Les Parry, ið var fysioteapeutur hjá liðnum áðrenn. Hann megnaði at fáa liðið uppum niðurflytingarstrikuna. Sostatt kann Tranmere aftur í ár spæla í triðjbestu deildini í Onglandi.
Sambært blaðnum, kemur avtalan um pláss í vikuni. Blaðið sigur víðari, at teir er óvistt um hann verður keyptur ella leigaður frá Manchester City.