Gunnar Dahl Olsen nýtti 2 tímar, 14 minuttir og 59 sekund um samlaða teinin, tá Triathlon felagið um vikuskiftið skipaði fyri kapping á sonevnda OyL teininum. Hetta er føroyskt met, og var Gunnar væl fremstur av luttakarunum í kappingini.
Nummar tvey gjørdist Eli Christiansen, sum avgjørt verður mett sum eitt framtíð navn í ítróttini, við tíðini 2.19,56 og Bogi Lenvig kom á triðja plássinum við tíðini 2.24,18.