Gunnar rikin av vølli

Føroyski landsliðsmálverjin varð rikin av vølli í 0-1-tapi ímóti KR Reykjavík í kvøld.

Tað gongur einki serligt hjá Stjarnan og Gunnari Nielsen í fremstu íslendsku deildini, har teir aftur í kvøld máttu leggja rygg til tap. Heimadysturin ímóti KR Reykjavík kvøld var hin fyrsti hjá Gunnari eftir landsdystin ímóti Grikkalandi og brúdleypið hjá honum og nú konuni.


Gunnar Nielsen hevði við fleiri bjargingum hildið Stjarnan inni í dystinum, men í 68. minutti fekk KR hol á. Tað var danski Søren Frederiksen, sum skoraði. Góðar tíggju minuttir seinni fekk Gunnar beinleiðis reytt kort fyri at hava bjargað bóltinum við hondini uttanfyri brotsteigin.


Einki mál kom afturat í dystinum og KR vann harvið dystin 1-0. Stjarnan er nú á 6. plássi við einans 12 stigum fyri átta dystir. Átta stig eru upp til oddaliðið, FH Hafnarfjørð.