Gunnar rós frá Boateng

Gunnar Nielsen, sum fekk kjansin í føroyska málinum, tók av, og hann má nú av álvara sigast at vera komin fyri seg, eftir at hava verið skaddur í hálvtannað ár

– Tað var ótrúliga gott at koma væl í gongd. Eg fekk eina góða bjarging beinanvegin, og tað hjálpti til, so eg føldi, at eg var ordiliga væl við, segði hann eftir dystin, har hann millum annað diskaði upp við einari heilt stórari bjarging og fleiri aftrat, ið ikki stóðu langt aftan­fyri.
Føroyski landsliðsmálverjin segði, at teir undan dystinum høvdu tosað um, at týskararnir óivað fóru at leypa á beinan­vegin. – Tað gjørdu teir ikki bara frá byrjan, men allan dyst­in. Tað var imponerandi, at teir bara kundu blíva við og við, sigur Gunnar, sum var væl nøgd­ur, nú hetta var hansara fyrsti heili dystur í hálvtannað ár:
– Eg veit, at fleiri feløg hyggja at einum dysti sum hes­um, so hjá mær ráddi bara um at gera tað gott, og eg haldi eisini, at avrikið var í lagi. Eg royni jú at finna mær eitt nýtt felag, so vónandi hevur onkur lagt merki til mín.

Fekk rós frá Boateng
Eftir dystin helt fyrrverandi lið­felagin frá Manchester City, Jerome Boateng, beina kós yvir til Gunnar, so teir fingu heilsa upp á hvønnannan, og tað end­aði eisini við, at teir skiftu um troyggju.
– Gunnar spældi øgiliga væl og hevði onkrar heimsklassa bjargingar, so hann fekk hildið Føroyum inni í dystinum, sigur Boateng, sum síðani hevur skift ensku Premier League út við týsku Bundesliguna, tí hann spælir nú í Bayern München.
– Hetta er ein torførur dyst­ur hjá Føroyum, tí vit eru eitt sterkt lið, men spælararnir hjá tykkum arbeiddu øgiliga væl. Eg havi ikki sjálvur vant so nógv saman við Gunnari, tí hann var so nógv skaddur ta tíð­ina, tá vit báðir vóru í City, men nú sá eg so, hvussu góður hann í veruleikanum er.