Gunnar er 55 ára gamal og er upprunaliga útbúgvin bilmekanikar. Hann hevur eisini tikið útbúgving innan tilbúgving og tyrlu-og ambulansatænastu.
- Gunnar hevur nógvu seinastu árini arbeitt sum leiðari hjá Siemens AG í Aalborg og hevur haðani royndir innan leiðslu og tilbúgving.
Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.
- Gunnar var eisini partur av brunatilbúgvingin hjá táverandi Gøtu kommunu, eisini sum leiðari. Hann byrjar í starvinum sum tilbúgvingarleiðari hin 1. november í ár.
Eysturkommuna bjóðar Gunnari vælkomnum og ynskir honum hepna hon í nýggja starvinum.