Gunnar og Stjarnan vunnu góðan sigur

Gunnar og liðfelagarnir sigraðu á KR á útivølli

 

Føroyski landsliðsmálverjin og liðfelagarnir í Stjarnuni vunnu í bestu íslendsku fótbóltsdeildini trivaligan 3-0 sigur á KR á útivølli í dag.

 

Gunnar hevði eina góða bjarging longu tá fimm minuttir vóru farnir, men annars var tað Stjarnan, sum stóð fyri tí mesta í dag. KR fekk mann vístan av vølli, tá 29 minuttir vóru farnir, og fáar minuttir seinni legði Veigar Páll Gunnarsson Stjarnuna á odda. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði Guðjón Baldvinsson økt til 2-0, og tá eitt lítið korter var eftir av dystinum staðfesti Pablo Punyed sigurin.

 

Skothagtølini søgdu 13-6 til Stjarnuna, sambært íslendska Morgunblaðnum.

 

Stjarnan liggur á einum sætta plássi við 27 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika í pepsideildini. Liðið flytur hvørki niður, og vinnur heldur ikki pláss í Europa League komandi kappingarár.