Gunnar og Pól settir sum deildarstjórar

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur sett tveir nýggjar deildarstjórar í starv

Gunnar Holm Jacobsen og Pól E. Egholm eru settir í starv sum ávikavist deildarstjóri í Uttanríkistænastuni og Vinnudeildini í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Tað boðar ráðið frá í dag.


Gunnar Holm-Jacobsen er settur í starv sum stjóri fyri Uttanríkistænastuna. Gunnar Holm-Jacobsen er 54 ára gamal, útbúgvin løgfrøðingur, og hevur tey seinastu 12 árini arbeitt í uttanríkistænastuni. Hann var sendimaður Føroya í Brússel í árunum 2008-2012.


Pól E. Egholm er settur í starv sum stjóri fyri Vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Pól E. Egholm er 37 ára gamal, útbúgvin cand.merc, og hevur hann seinastu 6 árini arbeitt í Vinnumálaráðnum og í Uttanríkis- og vinnumálaráðnumm.


Fimm umsøkjarar vóru til størvini upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á heimasíðuni.