Celtic vann í dag 3-0 á Celtic Park á Gunnari Nielsen og Motherwell. Celtic er í serflokki í skotskum fótbólti. Aftaná 21 dystir hava teir framvegis ikki tapt. Teir hava vunnið 18 av 21 dystum, spælt tríggjar javnar. Seinast liðini møttust tapti Motherwell heili 5-0 á Fir Park í Motherwell.
Celtic kom á odda longu aftaná 5 minuttir. Stutt fyri hálvleik ger Gunnar Nielsen brotsspark og fær gult kort, eftir at rangstøðufellan hjá Motherwell kiksaði. Miskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Celtic sigurin, tá teir við sjálvmáli komu á odda 3-0.
Motherwell er framvegis bara eitt stig aftanfyri Aberdeen, sum er nummar tvey. Aberdeen á heimvølli fyri Inverness.










