Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir hjá verandi meistaraliðnum og steypavinnarunum í Íslandi, Víkingi Reykjavík skulu kappast í bæði Reykjavíkar-kappingini, og í Lengjubikarinum áðrenn kappingin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini byrjar.
Í Reykjavíkar-kappingini er Víkingur í bólki A saman við Fjølnir, Fylkir, Leiknir og IR, og er Víkingur stórur favorittur til at vinna bólkin, har dystirnir vera spældir í innandura hallum.
Fyrsti dysturin verður longu 6. januar. Tá skal Víkingur spæla móti Fylkir.
1. apríl spælir Víkingur stórsteypadyst móti Vali, og 6. apríl spæla teir fyrsta landskappingardystin á heimavølli móti Stjørnuni.